Home VinnutíðindiFiskivinna Hækkað føroysk svartkjaftakvota í 2015

Hækkað føroysk svartkjaftakvota í 2015

by OML

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur gjørt av at hækka svartkjaftakvotuna í 2015.

skip-tingið 165Strandarlondini eru ikki komin til semju um býtið av svartkjaftinum í ár, og tí hava londini hvør í sínum lagi ásett sær kvotur.

Føroyar hava tikið avgerð um at hækka kvotuna, ið latin verður føroyskum skipum, við tilsamans 143.0
00 tonsum.

Av hækkingini verða 23.000 tons sett av til svartkjaftaskipini. Hesi skip hava áður í 2015 fingið 200.000 tons tillutað, og harvið verður kvotan 223.000 tons hjá hesum skipum í 2015.

Orsakað av hesi serligu støðuni í 2015 verða 120.000 tons av hækkingini sett sum felagskvota, ið øll føroysk fiskifør við veiðiloyvi kunna gagnnýta.

Slættaberg-640x480

Í sambandi við hækkingina av kvotuni hevur landsstýrismaðurin gjørt av at gera lógaruppskot um heimild at krevja inn veiðigjald frá eigarum av fiskiførum, ið virka í svartkjaftafiskiskapi. Lógaruppskotið verður lagt fyri Løgtingið sum skjótast, soleiðis at gjald verður latið frá tí degi, lógin er løgd fram, og tað sum eftir er av 2015.

 

Kunngerð um svartkjaftafiskiskapin verður lýst sum skjótast.

Kelda: fisk.fo – Fiskimálaráðið – tilvildarlig savnsmynd frá: kvf.fo & savnsmynd 24.fo

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.