Á starvsnevndarfundi leygardagin hevur Javnaðarflokkurin gjørt broytingar í formansskapinum. Eyðgunn Samuelsen hevur verið næstforkvinna og Heðin Mortensen næstformaður, men tá lógir floksins siga, at annar næstformaðurin skal vera formaðurin í tingbólkinum og hin ikki skal vera ting- ella landsstýrisfólk, vóru nýggj umboð vald í floksleiðsluna.

Nýggjur næstformaður er Jónleif Johannesen, tingbólkaformaður og nýggj næstforkvinna er Margit Stórá vald av starvsnevnd floksins á fundi leygardagin.

Javnaðarflokkurin takkar Eyðgunn og Heðini fyri góða arbeiðið, tey hava gjørt í leiðslu floksins og ynskja Jónleifi og Margit Stórá til lukku við valinum við vón um gott samtarv.

Eftir starvsnevndarfundin var floksleiðslufundur, har limirnir vóru kunnaðir um málini, ið samgongan fer at fremja. Fundarluttakararnir vóru væl nøgdir við tað, ið kom fram og tóku væl undir við politikkinum, ið samgongan hevur sett í kortið. Um 40 limir vóru á fundi í floksleiðsluni.

Javnaðarflokkurin