Home Tíðindir Sunnuva fakligur samskipari hjá NBH

Sunnuva fakligur samskipari hjá NBH

by OML

Sunnuva á Lakjuni er í dag byrjað í starvi sum fakligur samskipari hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu. – Hetta er eitt stórt framstig, sigur Marna Ellingsgaard Jensen, leiðari.
Norðoya Bú- og Heimatænasta hevur sum hin fyrsta í Føroyum sett ein fakligan samskipara í starv. Sunnuva á Lakjuni er sett sum fakligur samskipari hjá NBH, og hon hevur fyrsta starvsdag í dag.

Uppgávurnar hjá Sunnuvu fevna eitt nú um at samskipa eitt lærandi umhvørvi fyri starvsfólk, lesandi og næmingar og gera kunnandi tilfar um NBH.

– Starvið hevur stórar fakligar avbjóðingar, og fakligi samskiparin hevur stóran týdning fyri dygdina í NBH, heldur Marna Ellingsgaard Jensen, leiðari. Hon leggur afturat at talan er um eitt stórt framstig, sum hon væntar fer at síggjast aftur í teimum tænastunum, sum NBH bjóðar.

Sunnuva á Lakjuni er útbúgvin sjúkrasystir og hevur harumframt tikið viðkomandi eftirútbúgvingar. Hon hevur drúgvar starvsroyndir, bæði sum sjúkrarøktarfrøðingur og innan eldrarøkt. Harumframt hevur Sunnuva verið virkin í fleiri arbeiðsbólkum og verkætlanum, sum hava havt til endamáls at betra um heimatænastuna og at fyrireika útleggingina av eldraøkinum til kommunurnar.

02-11-2015 Klaksvik.fo

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.