Home Fólk & Samfelag Hátíðarhald fyri leiðarum á Barnatannrøktini

Hátíðarhald fyri leiðarum á Barnatannrøktini

by OML

Fríggjadagin 30. oktober kl.15.00 verður almenn móttøka í býráðssalinum fyri Boga á Steig, fráfarandi leiðara á Barnatannrøktini og Camillu Tardini, sum tekur við starvinum eftir Boga.

Bogi á Steig hevur verið leiðari á Barnatannrøktini seinastu 40 árini. Hesi árini hevur barnatannrøktin ment seg bæði í bygnaði og góðsku, og tennirnar hjá klaksvíksbørnum eru sum heild blivnar reinari og sterkari takkað verið stóra arbeiðnum, sum hvønn dag verður gjørt á Barnatannrøktini. Bogi hevur soleiðis slóðað fyri, at kommunala barnatannrøktin er so góð, sum hon er í dag. Bogi fer nú úr starvinum við eftirløn, og mánadagin byrjar Camilla Tardini í leiðarastarvinum á Barnatannrøktini hjá Klaksvíkar kommunu.

Camilla Tardini er 43 ára gomul og av Sælandi í Danmark. Hon hevur drúgvar royndir sum tannlækni í Danmark og úti í heimi. Eitt nú hevur hon bæði arbeitt sum kommunalur tannlæknaleiðari og sum privatur klinikeigari í Danmark. Hesar royndirnar gera hana sera væl skikkaða til starvið sum leiðari á Barnatannrøktini, har hon altso byrjar mánamorgunin 2. november.

Móttøkan fyri Boga á Steig og Camillu Tardini verður í býráðssalinum fríggjadagin 30. oktober kl.15.00

klaksvik.fo  27-10-2015

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.