Home Tíðindir Nógv skjótari breiðband frá Vodafone 

Nógv skjótari breiðband frá Vodafone 

by OML

Enn einaferð kann Vodafone bjóða sínum kundum nógv skjótari ferð á internetinum. Nýggj tøkni kollveltir føroysk breiðbandshald.

  1. november skrúvar Vodafone ferðina nógv upp á internetinum í føroysku heimunum. Størstu privatu haldini hava tá upp til 40 Mbit í download og 4 Mbit í upload, og tað er tvær ferðir meira ferð, enn størstu privatubreiðbondini hava í dag.

– Við nýggju tøknini kunnu vit bjóða okkara kundum munandi skjótari breiðbandshald og harvið eina nógv betri uppliving, sigur Gudny Langgaard stjóri í Vodafone.

Hon vísir á, at tøknin longu er sett upp í flestu størru bygdum og býum, og verður virkin frá 2. november.

Fyri ein kunda, ið frammanundan hevði 10 Mbit í download og 1 Mbit í upload, ber nú til at fýrfalda bæði upload og download. Hetta ger upplivingina á internetinum nógv smidligari.

Í løtuni er nýggja breiðbandið tøkt í hesum støðum:

Eysturoy: Eiði, Fuglafjørður, Funningsfjørður, Glyvrar, Norðragøta, Leirvík, Runavík, Saltnes, Skálabotnur, Strendur, Toftir

Streymoy: Argir, Hoyvík, Kirkjubøur, Kollafjørður, Tórshavn, Vestmanna

Vágar: Bøur, Sandavágur, Vatnsoyrar,

Norðoyggjar: Klaksvík

Sandoy: Skálavík

Suðuroy: Sandvík, Tvøroyri, Vágur, Øravík

You may also like

Leave a Comment

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.